Innanlands

Tukuma Arctica sleit við Skansabryggjuna

Óvist um skipið hevur fingið nakran skaða

Um hálvgun níggju tíðina (Mynd: Sverri Egholm)

Um hálvgun níggju tíðina (Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-21 07:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bingjuskipið Tukuma Arctica, sum legði at við nýggju Skansabryggjuna í gjárkvøldið, sleit nakað eftir midnátt, og liggur nú upp á tvørs við gronini út móti fjørðinum.

Á Tórshavnar Havn verður upplýst, at hetta hendi um hálvgun eitt tíðina, tá nakrir trossar slitnaðu. Teir vóru ikki byrjaðir at lossa, tí tað var so mikið ringt veður, so tá tað verður ljóst aftur, og vindurin minkar skal greiða fáast á hvat skal gerast.

Í keðiliga veðrinum í løtuni ber einki til at gera.

Vakthavandi á Tórshavnar Havn veit ikki at siga, um skipið hjá Royal Arctic Line hevur fingið nakran skaða.

Tað hevur verið nógvur vindur í nátt. Ein sandbátur sleit eisini í Kollafirði, men har var avgerð bara tikin um at fara avstað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder