Innanlands

Útlánsvøksturin hjá føroysku peningastovununum er framvegis lágur

Útlánsvøksturin hjá føroysku peningastovnunum er 1% við endan av triðja ársfjórðingi. Men verða útlánini frá donsku realkredittstovnunum tikin við, er útlánsvøksturin 4%. Landsbanki Føroya hevur givið út frágreiðing um fíggjarliga støðufestið í føroyska bankageiranum fyri triðja ársfjórðing 2020

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-21 16:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vøksturin í útlánunum frá donsku realkreditstovnunum í 2020 er stórur, hann er 19% við endan av triðja ársfjórðingi, meðan útlánsvøksturin hjá føroysku peningastovnunum er 1%.

Hetta dregur samlaða útlánsvøksturin til føroyskar kundar upp, soleiðis at hann er 4% frá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans.

Hóast vøksturin í útlánunum til vinnuna sum heild hevur verið lágur, hava útlánini til gisti- og matstovuvinnuna, flutnings- og goymsluvinnuna, umframt fastogn (millum annað íløgur í gistihús), verið veksandi seinastu árini og er framvegis tað. Í triðja ársfjórðingi hevur útlánsvøksturin ligið um 10% til bæði fastogn og flutnings- og goymsluvinnuna, og um 30% til gisti- og matstovuvinnuna.

Vøksturin í útlánum frá føroyskum peningastovnum til føroysku vinnuna undir einum, er 2% við endan av triðja ársfjórðingi 2020.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder