Innanlands

Ein staðfestur positivur í gjár

Viðkomandi er partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir – Tveir persónar afturat eru staðfestir frískir, og sostatt eru bert tvey positiv í løtuni

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-11-21 14:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftaná fimm dagar uttan nakra smittu, varð ein staðfestir positivur fyri covid-19 í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Tann smittaði er partur av einari smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, skrivar corona.fo.

Í gjár vórðu 575 kanningar gjørdar, men enn vanta 36 kanningar at verða greinaðar. Tilsamans eru 164.290 kanningar gjørdar í Føroyum.

Við hesum seinasta tilburðinum eru tilsamans 499 staðfestir positivir fyri covid-19 í Føroyum. Seinasta samdøgrið eru tveir persónar afturat staðfestir frískir, og eru sostatt bert tvey, sum eru positiv í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og fýra persónar eru í sóttarhaldi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder