Innanlands

Vend kemur ikki í tónleikavinnuna fyrr enn á sumri 2022

Tað væntar stjórin í Faroe Islands Music Export, Fred Ruddick. Føroysk tónleikavina hevur mist meira enn helmingin av sínum inntøkum undir koronakreppuni

Fred Ruddick, stjóri í Faroe Islands Music Export (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fred Ruddick, stjóri í Faroe Islands Music Export (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-11-21 16:02 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

- Vandi er fyri, at fyritøkur í tónleikavinnuni fara á heysin, og at starvsfólk missa sítt arbeiði ella longu hava gjørt tað. Eg meti, at eitt miðal føroyskt listafólk hevur mist yvir 50 prosent av inntøku síni í ár og kanska meira enn tað. Stór og dýr útgerð stendur óbrúkt, og hetta kostar sjálvandi mistar inntøkur hjá teimum, sum hava gjørt hesar íløgur, sigur Fred Ruddick, stjóri í Faroe Islands Music Export, í Blaðnum Vikuskifti, sum í nýggjastu útgávuni setir sjóneykuna á støðuna í tónleikavinnuni.

Fred Ruddick vísir á, at bæði menniskju og tónleikarliga mentan okkara líður nógv undir verandi støðu. Hetta mugu vit fyrihalda okkum til við at umrøða tað gjølla og finna loysnir.

- Myndin sær alt annað enn gott út, og tónleikurin má stuðlast, tá slíkt hendir. Saman eru vit noydd at finna loysnir, ið kunnu fáa okkum burtur úr hættisligu støðuna, sum vit í løtuni eru í, sigur stjórin í FMX.

Hann væntar ikki, at fortreytirnar fyri veruliga at koma upp undan aftur vera til staðar fyrr enn frá sumri 2022. Við øðrum orðum um minst hálvtannað ár.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her -  nýggja blaðið hjá Portalinum, og sum kemur út hvønn leygarmorgun klokkan 7.

[object Object]

placeholder
placeholder