Innanlands

Hava fingið nógvar fráboðanir um skaðar í dag

Fráboðanir eru komnar úr øllum landinum, men kanska serliga í norðurøkinum, sigur løgreglan – Talan hevur í flestu førum verið um húsaskaðar, sum eru fráboðaðir í dag

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-11-21 14:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt eftir klokkan sjey í morgun hevði løgreglan fingið 49 fráboðanir um stormskaðar, og síðan tá eru umleið líka nógvar fráboðanir komnar afturat, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Les eisini: 49 fráboðanir komnar í nátt og í gjárkvøldið

Les eisini: Ikki nógv eftir av tjaldinum

Løgreglan fekk fyrstu fráboðanina klokkan 15.19 fríggjadag seinnapart, og nógvar fráboðanir komu inn í gjárkvøldið og í nátt millum klokkan 22 og 03. Síðan í morgun, tá fólk byrjaðu at vakna, eru nógvar fráboðanir komnar afturat.

– Vit hava fingið fráboðanir allastaðni frá meira ella minni, men kanska serliga í norðurøkinum, sigur vaktleiðarin við Portalin.

Í dag hevur talan í flestu førum verið um húsaskaðar. Fráboðanir eru komnar inn um brotin vindeygu og hurðar, og eitt nú í Elduvík høvdu tvey hús fingið stóran skaða. Har var talan um bæði brotnan rút og vegg.

– Annars hevur tíbetur ikki verið boðað frá stórum skaða, upplýsir vaktleiðarin, sum leggur afturat, at tey heldur ikki hava fingið nakra fráboðan um fólkaskaða í hesum sambandi.

placeholder
placeholder