Uttanlands

Ferðamannaskip tók botn í Álandi

331 ferðafólk noyðast at yvirnátta á skipinum

(Viking Grace tók botn í Álandi leygardagin)

(Viking Grace tók botn í Álandi leygardagin)

2020-11-21 19:02 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Eitt ferðamannaskip við fleiri enn 400 fólkum umborð tók leygardagin botn í Álandi.

Tey 331 ferðafólkini og manningin, ið telur 98 fólk, sleppa ikki í land fyrr enn sunnudagin skrivar norska tíðindastovan NTB. Skipið, ið siglir ímillum Stockholm og Mariehamn í Álandi, tók botn um 13-tíðina leygardagin.

Eingin umborð á skipinum hevur fingið skaða av hendingini.

 

placeholder
placeholder