Uttanlands

Føroyingar í Danmark sleppa fyrr á pensjón

Uppskotið um "Arne pensjón" er nú tillagað soleiðis, at starvsár í Føroyum og Grønlandi eisini kunnu teljast við í samlaða starvsaldrinum, og sostatt kunnu føroyingar í Danmark taka seg av arbeiðsmarknaðinum eftir somu fortreytum sum eitt nú ES-borgarar

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin (Savnsmynd)

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin (Savnsmynd)

2020-11-23 11:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danski ráðharrin í arbeiðsmarknaðarmálum, Peter Hummelgaard, lovar nú at føroyingar í Danmark kunnu taka seg av arbeiðsmarknaðinum eftir somu fortreytum sum ES borgarar. Tað sigur hann í brævi, sum er sent føroyska fólkatingmanninum, Sjúrður Skaale.

Størsta vallyftið hjá sosialdemokratunum var sonevnda "Arne pensjónin", sum skuldi loyva fólki at taka seg fyrr av arbeiðsmarknaðinum, um tey høvdu arbeitt í drúgva tíð. Í uppskotinum til lógarbroytingina varð staðfest, at fólk, sum hava verið á arbeiðsmarknaðinum í 42, 43 ella 44 ár kundu fara ávikavist eitt, tvey og trý ár fyrr á pensjón.

Uppskotið legði upp til, at allir borgarar úr ES/EBS-londum, Sveis ella Stórabretlandi kundu telja síni starvsár í hesum londum við í samlaða starvsaldrinum og sostatt sleppa fyrr á pensjón í Danmark. Men einki varð nevnt um Føroyar ella Grønland.

– Einki varð nevnt um, at føroyingar búsettir í Danmark kundu telja teirra starvstíð úr Føroyum við í samlaðu uppgerðini um starvsaldur. Sostatt høvdu fólk úr ES/EBS-londunum, og fólk úr Sveis og Bretlandi betri rættindi í Danmark, enn teir føroyingar, sum eru í Ríkisfelagsskapi við Danmark, sigur føroyski fólkatingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin, Sjúrður Skaale.

Sjúrður Skaale spurdi tí Peter Hummelgaard um málið síðst í farna mánað. Í svarinum frá Peter Hummelgaard stóð m.a., at lógaruppskotið ikki umfataði Føroyar og Grønland, tí at hesi londini høvdu yvirtikið pensjónsøkið, og "Arne pensjónin" var ein donsk lóg.

Men fyrispurningurin hjá føroyska fólkatingsmanninum fekk ráðharran at seta seg í samband við føroyskar og grønlendskar myndugleikar, og nú er uppskotið tillagað soleiðis, at starvsár í Føroyum og Grønlandi eisini telja við. Tað stendur í brævinum, sum Sjúrður Skaale hevur fingið frá Peter Hummelgaard.

Í brævinum vísir danski ráðharrin tó eisini á, at fólk, sum eru búsitandi í Føroyum ikki kunnu fáa hesa pensjón útgoldna, tí at hetta er eitt mál fyri Føroya Landsstýri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder