Innanlands

Eingin staðfestur positivur í gjár

Enn eru trý positiv í løtuni – 282 kanningar vórðu gjørdar í gjár

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-11-23 13:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð eingin staðfestur positivur fyri covid-19, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

282 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 164.794 kanningar nú gjørdar í Føroyum.

Støðan er sostatt framvegis tann, at 500 persónar hava fingið staðfest covid-19 í Føroyum, og at 497 persónar eru staðfestir frískir aftur. Sostatt eru tríggir persónar positivir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og níggju eru í sóttarhaldi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder