Uttanlands

Trump missir undirtøku í skuldsetingunum um valsvik

Trúgvi stuðulin hjá forsetanum, Chris Christie, heitir á Trump um av viðurkenna ósigurin á valinum

Donald Trump og Chris Christie, myndin er frá 2017 (Savnsmynd: EPA)

Donald Trump og Chris Christie, myndin er frá 2017 (Savnsmynd: EPA)

2020-11-23 15:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein av trúgvu stuðlunum hjá Donald Trump, republikanarin Chris Christie, heitir nú á sitandi forseta um at gevast við skuldsetingunum valsvik og  viðganga, at Joe Biden hevur vunnið forsetavalið.

Tað sigur fyrrverandi guvernørurin í New Jersey í samrøðu við sjónvarpsstøðina ABC News.

Chris Christie heldur millum annað, at advokatarnir hjá Trump eru “pínligir fyri tjóðina”.

- Tey tosa um valsvik uttan fyri rættarsalirnar, men tá tey koma í rættin eru ongar ákærur um valsvik.

- Eg havi stuðlað forsetanum og atkvøtt fyri honum tvær ferðir. Men tað eru avleiðingar av einum vali, og vit kunnu ikki halda fram sum um, at okkurt er hent, ið ikki er hent, sigur Chris Christie við ABC News.

 

Trump forseti hevur síðan valið 3. november sýtt fyri at viðurkenna, at Joe Biden hevur vunnið, og hann hevur reist rættarsak móti fleiri sveiggjstatum fyri at kolldøma valúrslitið. Uttan at hetta er eydnast.

Seinast í Pennsylvania, har ein dómari leygardagin vísti aftur eini ákæru frá advoktunum hjá Trump. Endamálið við rættarsóknini var at ógilda milliónir av brævatkvøðum í statunum, skrivar tv2.dk.

Dómurin fekk republikanska senatorin í statinum, Pat Toomey, til at senda forsetanum eina áheitan um at viðurkenna valósigurin. Senatorurin heldur, at Trump nú hevur roynt allar møguleikar fyri at fáa valið ógildað.

Nógvir leiðandi republikanarar hava higartil stuðlað forsetanum og hansara skuldsetingar um valsvik, men seinastu dagarnar er stuðulin tódnaður.

Sunnudagin segði republikanski guvernørurin í Maryland, Larry Hogan, við CNN, at royndirnar hjá Trump at ógilda valúrslitið fær USA til at líkjast eini bananrepublik.

Chris Christie var fyrsti guvernørurin, sum í 2016 alment stuðlaði Donald Trump og hansara roynd at gerast forsetavalevni. Hann stuðlaði eisini valstríðnum hjá Trump hesaferð.

Í samrøðuni við ABC News talaði Chris Christie at advokatinum Sidney Powell, sum hósdagin helt ein óvanligan tíðindafund saman við persónliga advokatinum hjá forsetanum, Rudy Giuliani.

Her komu tey við eini røð av ósannindum og óskalfestum uppáhaldum, harav fleiri ongur vóru víst aftur av embætisfólki og lokalum politikarum tvørtur um floksmørk.

Sidney Powell segði millum annað, at hon vildi “bumba Georgia í luftina við rættarsóknum av bíbilskari stødd”.

Mánanáttina boðaði umsitingin hjá forsetanum frá, at Sidney Powell ikki longur er partur av advokatliðnum hjá forsetanum.

AP-tíðindastovan og liberala sjónvarpsstøðin, CNN, hava eftirhugt uppáhaldini, sum vórðu søgd á tíðindafundinum, og kosið minst tíggju av teimum at vera følsk.

Hóast Trump hevur víst á umfatandi valsvik, so hava bæði myndugleikarnir, bæði lokalir og landsmyndugleikar, kallað forsetavalið í USA 3. November fyri tað “tryggasta valið í amerikanskari søgu”, skrivar tv2.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder