Innanlands

Bygdaráðið á Nesi hevur endaliga skipað seg

Nú er greitt, júst hvør verður í hvørjari nevnd frá 1. januar. Heini Súnason Kristiansen, ið fekk flest atkvøður, skal standa á odda fyri nýggjari nevnd

2020-11-24 13:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á almennum bygdaráðsfundi seinasta hóskvøld skipaði nývalda bygdaráðið í Nes kommunu seg, og myndir blivu tiknar.

Hetta skrivar Nes kommuna á heimasíðu sínari.

Áðrenn var greitt, at Súni í Hjøllum fór at verða valdur til borgarstjóra, og Heini Súnason Kristiansen blevi valdur til varaborgarstjóri. Heini er upprunaliga av Skála, og hann fekk flest atvøður, 150, á valinum 10. november. Heini Súnason Kristiansen verður formaður í nýggju Umhvørvisnevndini.

Hinir bygdaráðslimirnir í Nes kommunu eru Høgni Hansen, Elin á Torkilsheyggi, Jan Højgaard, Dakko Petersen og Rannvá í Túni Petersen.

Nevndarsessirnir eru soleiðis býttir:

Fíggjarnevndin: Súni í Hjøllum, formaður, Heini Súnason Kristiansen næstformaður,  og Høgni Hansen

Tekniska nevnd: Dakko Petersen, formaður, Elin á Torkilsheyggi, næstforkvinna. og Jan Højgaard

Mentanarnevndin: Elin á Torkilsheyggi, forkvinna, Jan Højgaard, næstformaður, og Rannvá í Túni Petersen.

Trivnaðarnevndin: Høgni Hansen formaður, Dakko Petersen, næstformaður og Rannvá  í Túni Petersen.

Umhvørvisnevndin: Heini Súnason Kristiansen, formaður, Elin á Torkilsheyggi og Rannvá í Túni Petersen

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder