Innanlands

Skoytibreyt í fullari stødd á niðara vølli í Gundadali

Hon verður í krókinum móti B36-húsinum, og arbeiði er byrjað í dag. Har er nøktandi streymur, og staðsetingin hevur ikki avleiðingar fyri ferðslu, grannar ella onnur

Í samráð við HB og B36 er tryggjað, at skoytibreytin ikki ávirkar teirra virksemi (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Í samráð við HB og B36 er tryggjað, at skoytibreytin ikki ávirkar teirra virksemi (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-11-24 15:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórshavnar kommuna skrivaði fyri løtu síðani á heimasíðu sínari, at nú kunnu børnini gleða seg til, at skoytibreyt í fullari stødd verður løgd á niðara vølli í Gundadali.

Tað hevur verið nógv tosað um staðsetanina av skoytibreytini. Nú er greitt, at hon verður í krókinum móti B36-húsinum. Hetta gevur møguleika at hava skoytibreytina í fullari stødd -  tað vil siga umleið 30 x 25 metrar.

Á vøllinum er nøktandi streymur og staðsetingin hevur ikki avleiðingar fyri ferðslu, grannar ella onnur. Í samráð við HB og B36 er tryggjað, at skoytibreytin ikki ávirkar teirra virksemi, skrivar kommunan.

Arbeiðið at leggja breytina er byrjað í dag. Niðari vøllur skal skiftast til várs – peningur er játtaður í 2021 til hetta arbeiði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder