Innanlands

Fiskastykkið gerst livandi aftur

Fiskastykkið Yviri við Strond verður nú umvælt og søgan um einasta heila fiskastykki, sum er eftir í Havnini, verður gjørd atkomulig fyri øllum.

2020-11-24 18:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fiskastykkið verður í dagligari talu nevnt Fiskastykkið hjá Johannes í Stórustovu. Søguliga kann sigast, at tey helst eru farin at turka fisk á fiskastykkinum í seinnu helvt av 1920-árunum ella kanska fyrst í1930-árunum.

Her bleiv fiskur hagreiddur og virkaður á stykkinum og fluttur til Suðurevropa. Størsti marknaðurin fyri klippfiski úr Føroyum var Spania, og virksemið helt uppat undir borgarakrígnum í Spania 1936-39.

Fiskastykkini vórðu staðsett soleiðis, at sólargangurin var góður, at vindurin turkaði fiskin væl, og so skuldi tað eisini vera lætt at koma framat. Steinar vórðu lagdir við frástøðu hvør til annan, og á henda hátt vóru umstøðurnar góðar at turka fiskin, sum bleiv breiddur út á Fiskastykkið.

Einki virksemi hevur verið á økinum í nógv ár, somuleiðis hevur einki viðlíkahald verið. Hetta sæst aftur.

[object Object]

Málið um at varðveita Fiskastykkið varð reist politiskt í 1992. Tá varð økið skrásett, og ein ítøkilig ætlan varð gjørd um at hampa økið og harnæst at varðveita Fiskastykkið. Mett varð frá einum frílendissjónarmiði, at økið av Skansanum – ella Eystfalsskeri og niðan á Boðanes – átti at fatast sum ein heild, og er Fiskastykkið yviri á Tórgarði áhugavert og hevur sjálvsagdan søguligan týdning. Málið varð samtykt í mentamálanevndini í 1995, men steðgaði har.

Málið varð tikið uppaftur, og Í desember 2017 varð samtykt at farast skuldi undir at rudda Fiskastykkið og at fáa gjørt økið til eitt uppihaldsstað og um somu leið geva hesum týðandi tíðarskeiði í føroyskari søgu rúmd í høvuðsstaðnum.

[object Object]
Eyðun Eliassen, arkitektur, og Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar kommunu.


Uppskotið byggir á ta meginreglu, at vit skulu virða tað søguliga og samstundis tora at tillaga tað til nútíðina og framtíðina. Nýtt virksemi, sum beinleiðis byggir á upprunaliga virksemið, kann kveikja nýtt lív í hetta øki í býnum. Hetta arbeiðið verður samskipað við Tjóðsavnið.

Fyrsta stig í arbeiðinum er nú byrjað. Hetta fyrsta stigið fatar um at gera eina gøtu, ið verður skorin inn í lendið frá vegnum Yviri við Strond inn til eitt innvik, ið verður felt niður í Fiskastykkið og verður uppihaldsstað. Her kunnu øll uppliva Fiskastykkið og søguna um Fiskastykkið á sumri 2021, tá ið arbeiðið, sum nú verður gjørt, er liðugt.

[object Object]

Í farnu viku var ástaðarfundur á Fiskastykkinum, har Eyðun Eliasen, arkitektur, Sjúrður Jacobæus, stjóri í Hjálpirót, Barbara Mikkelsen, byggifrøðingur hjá Tórshavnar kommunu og Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, umrøddu arbeiðið á Fiskastykkinum, sum nú er byrjað.

At umvæla og miðla søguna um Fiskastykkið Yviri við Strond er partur av yvirskipaðu ætlanini at gera gøtu kring Havnina við ymiskum eyðkennum og náttúruupplivingum fram við bygdum øki. Partur av ætlanini er eisini gøtan fram við Sandá, sum varð liðug í vár, gøtan í Villingardali, sum verður gjørd nú, umframt ein stutt royndargøta Yviri við Strond undir kampingplássinum, sum verður gjørd í vetur.

Seinni er eisini ætlan at gera útsýnisstað á Bukkvald. Týdningarmikil partur í fyrireikingunum til verkætlanina er uppmátingar og náttúruskrásetingar í økinum. Fiskastykkið er parturin av hesi langtíðarætlan   


HØVUÐSRÁÐGEVI - EYA arkitektur

HØVUÐSARBEIÐSTAKARI - Hjálpirót

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder