Innanlands

Sjóvar kommuna: Fíggjarætlanin fyri 2021 samtykt

Íløgur skulu gerast fyri yvir 12 milliónir , og væntað verður, at hallið verður 11,5 milliónir. Skattaprosentið í 2021 verður 21 prosent - barnafrádrátturin 7.000 krónur

Væntað verður, at avloåið verður næstan sjey milliónir, tá tað kemurtil inntøkur og útreiðslur

Væntað verður, at avloåið verður næstan sjey milliónir, tá tað kemurtil inntøkur og útreiðslur

2020-11-24 17:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sjóvar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at kommunustýrið hevur á fundi í gjár samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár.

Hon sær soleiðis út: 

Inntøkur:    kr. 56.329.500
Útreiðslur:  kr. 49.595.600
Avlop:        kr.   6.733.900

Avdráttir:   kr.   5.620.400
Íløgur:       kr. 12.615.000
Hall:          kr. 11.501.500

Harvið er ætlanin, at avlopið skal vera næstan sjey miilliónir, men at so mikið nógvar íløgur skulu gerast, at hallið verður á ellivu og eina hálva millión.

Skattaprosentið verður 21 prosent og barnafrádrátturin 7.000 krónur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder