Innanlands

SAS fer at flúgva til Føroya á jólum

Fyri at ganga eftirspurninginum á møti tekur SAS flúgvingina uppaftur á fleiri farleiðum um jólini – SAS flýgur til Føroya 23., 27. og 30. desember

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-25 08:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið varð boðað frá, at skandinaviska flogfelagið SAS fer at taka Føroyaflúgvingina uppaftur í mars, men nú er greitt, at nakrir túrar eisini verða gjørdir longu í desember.

Í tíðindaskrivi, sum varð sent út týsdagin, boðaði SAS nevniliga frá, at flogfelagið fór at taka flúgvingina uppaftur á fleiri farleiðum um jólini fyri at ganga eftirspurninginum á møti. 

Ein av hesum leiðum er tann millum Føroyar og Keypmannahavn, og sambært heimasíðuni hjá SAS verður flogið til Føroya 23., 27. og 30. desember.

Les eisini: Føroyaflúgvingin hjá SAS tikin uppaftur í vár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder