Uttanlands

Ókeypis at hava mánasjúku í Skottlandi

Skotar hava sett sær fyri at útrudda “mánasjúkufátækradømi”

(Savnsmynd: visualhunt.com)

(Savnsmynd: visualhunt.com)

2020-11-25 17:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað kann vera kostnaðarmikið fyrinógvar gentur og kvinnur kring heimin, hvørja ferð tey skulu keypa tampong og bind, tá mánasjúkan bankar á dyrnar.

Nú ger Skottland, sum fyrsta land í heiminum, eina roynd at virka ímóti “mánasjúkufátækradømi”, har gentur og kvinnur ikki hava ráð at keypa neyðuga tilfarið at halda reinføri í sambandi við mánasjúku.

Skotska tjóðartingið hevur júst samtykt eitt lógaruppskot, sum ger tampongir, bind og aðrar líknandi vørur ókeypis fyri “øll, ið hava tørv á teimum”, skrivar BBC.

Hesar vørur eru longu ókeypis á skúlum, miðnámsskúlum og hægri skúlum í Skottlandi, men nú skulu økini tryggja, at tað eisini er atgongd til bind og tampongir á almennum støðum.

- Mánasjúkuvørur eru neyðugar, og nú verður ongin í Skotlandi, sum nýtist at liva uttan, sigur tjóðartingslimurin Monica Lennon, stigtakari, við blaðið Daily Record.

Ein kanning gjørd av felagsskapinum YoungScot hevur víst, at ein av fýra gentum og ungum kvinnum á skúlum, miðnámsskúlum og universitetum høvdu trupulleikar við at fáa atgongd til mánasjúkuvørur.

Kanningin vísir, at nógvar eru ikki í skúla ella á universiteti, tá tey hava mánasjúku. Tað kann eisini merkja, at tey brúka okkurt, ið ikki er egnað til endamálið, so sum eina hosu ella vesipappír, ella eisini brúka tær bind og tampongir so leingi, at tað kann gerast ein heilsuvandi.

Ein onnur kanning hevur eisini víst, at onnur hvør av teimum spurdu hevði mist týðandi partar av undirvísingini orsaka av mánasjúkuni.

Versnað undir korona
Trupulleikin við mánasjúkufátækradømi er øktur síðan koronakreppan tók seg upp í vár.

Tað heldur felagsskapurin Bloody Good Period, sum veitir mánasjúkuvørur til felagsskapir, sum gera sosialt arbeiði.

Korona hevur merkt, at fleiri hava havt trupult við at fáa ráð til mánasjúkuvørur. Samstundis hava skúlar og stovnar, sum hava latið slíkar vørur, verið afturlatnir fyri at støðga smittuspjaðingini.

Felagsskapurin hevur tí hesa tíðina sent úr næstan seks ferðir so nógvar vørur, sum tey gjørdu áðrenn koronakreppuna.

- Mánasjúkan støðgar ikki undir eini farsótt, sigur stovnarin og leiðarin í Bloody Good Period, Gabby Edlin, við blaðið The Guardian.

Ein kanning frá Menstrual Hygiene Day vísir, at 47 prosent av gentum og kvinnum í 160 londum hava havt trupulleikar við at fáa fatur á mánasjúkuvørum eftir at koronafarsóttin rakti.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder