Uttanlands

Trump náðar ráðgeva sín

Sakarmálið móti Michael Flynn verður nú slept

Michael Flynn (Savnsmynd: EPA)

Michael Flynn (Savnsmynd: EPA)

2020-11-26 06:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump boðar frá, at hann nú náðar fyrrverandi trygdarráðgeva sín, Michael Flynn.

- Tað er mær ein stórur heiður at boða frá, at Michael Flynn nú verður náðaður, skrivar Donald Trump á Twitter, og setur avgerðina í samband við amerikanska 'Thanksgiving'-hátíðarhaldið.

 

Michael Flynn var nærmasti trygdarráðgevi forsetans, men mátti leggja frá sær, tá hann viðgekk at hava logið fyri FBI um sítt samband við Russland.

Undir eini avhoyring hjá FBI í 2016 sýtti Flynn fyri, at hann hevði tosað um amerikansk tiltøk móti Russlandi við táverandi russiska sendimannin, Sergej Kisljak.

Men í januar 2017 viðgekk hann at hava logið fyri FBI. Seinni tók hann kortini orðini í seg aftur og segði, at kanningarnar av honum ikki vóru farnar rætt fram.

Rættarmálið móti Michael Flynn er útsett fleiri ferðir. Í mai í ár boðaði amerikanska løgmálaráðið frá, at kanningin støðgaði og bað um at skuldsetingarnar móti honum vórðu sleptar.

Ein kanning, sum William Barr, løgmálaráðherri setti í verk, kom tá fram til, at FBI-avhoyringin ikki fór rætt fram, og at tað ikki var prógvað, at Flynn hevði logið, umframt at møguligu lygnirnar vóru uttan størri týdning.

Málið skuldi síðan takast upp í einum samveldisdómstóli, men henda tilgongdin støðgar nú við avgerð forsetans um at geva honum grið.

Tað var væntað, at Trump fór at koma við hesum boðum, tí hann fleiri ferðir hevur sagt, at hann hevði í kvittanum at náða Flynn. Sambært Trump, var sokallaða Russlandskanningin ein heksajakt, við Flynn sum einum ósekum offri, skriva tíðindastovurnar AP og Reuters.

Í summar náðaði Trump forseti ein annan av sínum nærmastu hjálparum, Roger Stone, sum eisini varð partur av Russlandskanningini. Stone varð síðsta vetur dømdur trý ára fongsul fyri at siga ósatt og fyri at hava ført fram hóttanir móti vitnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder