Uttanlands

Svenska kongshúsið rakt av covid-19

Prinsahjúnini Carl Philip og Sofia hava fingið staðfest koronasmittu

(Savnsmynd: kungahuset.se)

(Savnsmynd: kungahuset.se)

2020-11-26 09:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

41 ára gamli Carl Philip prinsur og og 35 ára gamla Sofia prinsessa av Svøríki, hava bæði fingið staðfest covid-19. Tað boðar svenska kongshúsið frá í eini fráboðan.

Prinsahjúnini fóru sjálvboðin í sóttarhald í gjár eftir at illgruni var um smittuna. Í dag kom so úrslitið av royndunum tey tóku í gjár.

Kongshúsið skrivar, at Carl Philip og Sofia bert hava veik sjúkueyðkenni, og at tey hava tað gott eftir umstøðunum. Tey sita í sóttarhaldi í egna heimi teirra í Djurgården.

Eisini teir báðir synirnir, fýra ára gamli Alexander og trý ára gamli Gabriel, eru í sóttarhaldi.

Nú verður smittusporing framd, og bæði 74 ára gamli Carl Gustav kongur og 76 ára gamla Silvia drotning og eisini 43 ára gamla Victoria krúnprinsessa og 46 ára gamli Daniel prinsur skulu kannast í dag, upplýsir kongshúsið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder