Innanlands

Tvey fólk á sjúkrahús til kanningar

Ferðsluóhapp á Norðara ringvegi í Havn í morgun

2020-11-26 10:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveyt fólk vóru flutt á landssjúkrahúsið eftir eitt ferðsluóhapp á Norðara ringvegi í Havn.

Ein bilur rendi upp í ein størri bil. Tvey fólk, eitt vaksið og eitt barn, vóru í aftara bilinum, og tey vóru flutt á sjúkrahús til kanningar.

Aftari bilurin fór so illa, at nummarspjøldrini vórðu klipt av honum á staðnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder