Innanlands

Koks ella køst við Fossdalsgjógv

Býráðið í Havn viðger umsóknina um byggiloyvi til Koks á fundi í kvøld

Gist og Vist ynskir at fáa loyva at byggja á økið undir vegnum, millum gjónna og ánna niðjast til høgru á myndini (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Gist og Vist ynskir at fáa loyva at byggja á økið undir vegnum, millum gjónna og ánna niðjast til høgru á myndini (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2020-11-26 10:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skal altjóða viðurkenda matstovan KOKS fáa loyvi at byggja nýggja matstovu við tilhoyrandi hentleikum við Fossdalsgjógv norðan fyri Velbastað, ella skal verandi festarin í økinum fáa loyvi til at byggja ein køst.

Hesin spurningur er til viðgerðar á býráðsfundi í Havn í kvøld.

Smápartafelagið Gist og Vist hevur sent kommununi umsókn til byggiloyvi í einum øki í brattlendi við Fossdalsgjógv.

Talan er um eina serstaka verkætlan har byggjast skulu tveir ‘býlingar’. Annar býlingurin, hin heimari, er sjálvt matstovuvirksemi, meðan hin norðari býlingurin verður ein bóndagarður við djórahaldi, ið verður knýtt at matstovuni KOKS. Harafturat skulu smáttur byggjast í lendinum umframt aðrar serligar upplivingar fyri gestirnar, so sum ein bátabrúgv við møguleika fyri sjódypp niðri við sjóvarmálan, hitapottar í helluni møguleika at baða í sjálvari Fossdalsá.

[object Object]

Umsóknin var til viðgerðar í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum í vár, sum er sinnað at fara undir eina tilgongd at broyta byggisamtyktina, um so er, at Gist og Vist fær eina avtalu um økið frá eigaranum, sum er Búnaðarstovan.

Búnaðarstovan hevur nú givið tilsøgnina, og nú verður málið so tikið uppaftur í kommunalu umstingini til tess at fáa broytt byggisamtyktina.

Men í tilsøgnini verður eisini upplýst, at festarin hevur møguleika at kæra avgerðina hjá Búnaðarstovuni til eina landbúnaðarstevnu.

Kommunan hevur eisini móttikið eina umsókn frá festaranum um loyvi at byggja ein køst á sama øki – ein umsókn, sum er í tráð við verandi ásetingar fyri økið.

Tekniski stjórin og býararkitekturin mæla til at broyta byggisamtyktina fyri økið, so at KOKS fær møguleika at fara undir byggingina, og byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við hesum tilmælinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder