Innanlands

Bilur koyrdi útav við Áir

Førarin fekk ongan sjónligan skaða, men tað sama kundi ikki sigast um bilin, sum endaði á liðini

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-11-27 11:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun, klokkan tjúgu minuttir í tíggju, fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið Við Áir.

Talan var um ein bil, sum koyrdi útav vegnum – eitt sonevnt soloóhapp.

Av politistøðini verður sagt, at førarin ongan sjónligan skaða hevði, men kortini var hann fluttur á sjúkrahúsið til kanningar, sum vanligt er at gera í slíkum førum.

Bilurin, sum endaði á liðini, hevur tó fingið stóran skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder