Mentan

Einrøðuleikur við Olaf Johannessen frumsýndur í Løkshøll

"Tann komiska trageidan" verður at síggja í Løkshøll 5. og 6. desember, og á SALT 12. desember

Mynd: Olaf Johannessen

Mynd: Olaf Johannessen

2020-11-29 20:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leikhús SKIFT venur í løtuni leikin "Tann komiska tragedian" í Løkshøll og partvíst á SALT.

Leikurin verður frumsýndur í Løkshøll í Runavík um eina góða viku – 5. desember.

Tað er Olaf Johannessen, sjónleikari, sum fer at spæla einrøðuleikin eftir Evu Bonfanti og Yves Hunstad.

– Ein sjónleikari og ein leiklutur skulu saman spæla eina týdningarmikla senu í einum leiki, sum snýr seg um leitaninna eftir Tí Stóra Kærleikanum. Men klutur kemur í, og alt gongur ikki eftir ætlan. Fleiri og fleiri leiklutir koma upp í leikin, og at enda er øll verðin við í leitaninni, verður sagt um leikin.

Umframt hetta verður "Tann komiska tragedian" lýstur sum ein heitur, menniskjaligur, filosofiskur og stuttligur leikur.

Leikurin verður at síggja í Løkshøll 5. og 6. desember, og á SALT 12. desember. Áskoðaratalið er koronaavmarkað.

Allar sýningarnar byrja klokkan 20, og atgongumerki fáast á atgongumerki.fo.

Leikhús SKIFT

Sjónleikari:
Olaf Johannessen

Leikstjóri:
Marita S. Dalsgaard

Ljóssniðgevi:
Súni Joensen

Dramatikarar:
Eva Bonfanti og Yves Hunstad

Forlag:
Nordiska Starkosch

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder