Innanlands

Eitt vet bíligari enn verandi veitarar

Tosa er komið á telemarknaðin sum nýggjur spælari

(Mynd: Tosa)

(Mynd: Tosa)

2020-12-03 14:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stigtakararnir hava arbeitt við tí í fleiri ár, og í dag var loksins klárt at bjóða føroyingum nýggju tænastuna. Fyritøkan eitur Tosa, og tað eru Tummas við Skipá, Tróndur Hentze Sørensen og Kurt Samson, sum eru stigatakarar til nýggja televeitaran í Føroyum.

- Meira fyri minni, verður sagt í lýsingunum sum koyra á netinum í løtuni.

Tað kann vera trupult at samanbera prísirnar, tí teir tríggir veitararnir á marknaðinum hava ikki somu pakkar. Kortini gjørdist greitt í gjøgnumgongd av ymsu heimasíðunum, at skalt tú bara hava eitt hald, so er Tosa bíligast.

Eitt dømi um, at nýggi spælarin á marknaðinum er bíligari, er pakkin sum eitur frí tala, frí sms og 30 gigabyte fyri 199 krónur um mánaðin. Hjá Nema og Føroya Tele kostar hesin pakkin ávikavist 289 krónur og 287 krónur. Hjá Føroya Tele fært tú ikki 30 GB, men 26 GB fyri hendan prísin.

Meðan bæði Føroya Tele og Nema hava fokus á, at brúkarin kann keypa hald til alla familjuna, og fáa ein nógv lagaligari prís, so roynir Tosa heldur at tekkjast teimum ungu, sum eru undir lestri ella tílíkt, og ikki hava brúk fyri fleiri haldum.

Hjá nýggja veitaranum á marknaðinum, Tosa, fært tú tó knýttar ymsar tænastur afturat tínum haldi. Hetta er nakað, sum hevur verið at sæð á eitt nú danska marknaðinum í fleiri ár, og er nú eisini komið til Føroya.

Tosa hevur gjørt avtalu við Aller Media um plattformin Pling, sum gevur atgongd til eina rúgvu av bløðum, umframt avtalu við online bókahandilin Saxo um avsláttur upp á hald.

Tosa keypir seg inn á fartelefonnetið hjá Nema.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder