Innanlands

Átti ikki at komið óvart á Strandferðsluna at Eysturoyartunnilin fór at lata upp

Fólkaflokstinglimir undraðust yvir, at Strandferðslan ikki var klár við ferðaætlan til Eysturoyartunnilin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-12-04 08:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eysturoyartunnnilin letur eftir ætlan upp 19. desember, men enn hevur Strandferðslan ikki eitt bussamband til reiðar.

Tað vakti undran í løgtinginum mikudagin, tá munnligir fyrispurningar vóru á skranni. Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, spurdi Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um skipan av bygdaleiðum í sambandi við at Eysturoyartunnilin letur upp.

- Í mínari verð átti man longu at gjørt tað greitt tá seinasta útbjóðingin var, hvussu man ætlar at skipa leiðirnar nú Eysturoyartunnilin letur upp. Vit hava havt fýra ár at fyrireikað okkum, so tað burdi okkurt verið klárt nú 17 dagar eru eftir, segði Brandur Sandoy úr Fólkaflokkinum.

- At teir nú finna útav at nú mugu vit gera eina kontrakt. Eg haldi tað er beklagiligt, at man ikki hevur funnið útav hesum áðrenn, tí hetta er ein stórur trupulleiki, segði fólkaflokstinglimurin, Jóhan Eli Poulsen

Spyrjarin, Beinir Johannesen, undraði seg eisini yvir svarið, hann fekk frá landsstýrismanninum.

- Tað tykist øgiliga løgið, at tað kemur óvart á, at tunnilin skal latast upp nú. Tað er undrunarvert, segði Beinir Johannesen, sum heitti á landsstýrismannin um at fáa alt klárt til 19. desember.

Jørgen Niclasen upplýsti, at Strandferðslan arbeiddi við málinum, og hann væntaði at fáa okkurt á borðið fyrst í komandi viku. Hann ímyndar sær at mann byrjar við einari royndarloysn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder