Innanlands

Tikið fleiri kundar frá hinum veitarunum

Tosa kom á marknaðin í gjár, og móttøkan er góð, sigur stjórin

Sámal Ravnsfjall her í lýsing fyri Tosa (Skíggjamynd)

Sámal Ravnsfjall her í lýsing fyri Tosa (Skíggjamynd)

2020-12-04 16:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Móttøkan hevur verið heilt fantastisk. Vit hava havt ekstremt nógv at gera síðani vit komu út í gjár, og kjattið á heimasíðuni gløðir konstant. So tað er ordiliga stuttligt.

Orðini eigur Tummas við Skipá, stjóri í nýggjastu telefonfyritøkuni í Føroyum, Tosa, sum kom á marknaðin í gjár.

Og sambært stjóranum hava teir tikið fleiri kundar frá Føroya Tele og Nema. Hann upplýsir, at upp ímóti hundrað kundar eru komnir yvir á Tosa.

[object Object](Skíggjamynd úr lýsing hjá Tosa)

Spurdur um, hvørjum miðað verður eftir sigur hann, at einki loft verður sett.

- Hetta er bara byrjanin, og vit seta einki loft. Tess fleiri kundar vit fáa, jú meiri tænastur fáa vit lagt afturat fartelefonhaldinum, sigur Tummas við Skipá.

Hann sipar til, at Tosa sum fyrsti føroyski televeitarin leggur tænastur sum Pling og avsláttur í Saxo bókahandlinum afturat telefonhaldunum.

Arbeiðið at gera nýggja telefyritøku byrjaði í 2016, og í gjár varð tænastan bjóðað fram á fyrsta sinni. Tað eru teir tríggir Tummas við Skipá, Tróndur Hentze Sørensen og Kurt Samson, sum hava tikið stig til Tosa.

Tosa leigar seg inn á telefonnetið hjá Nema.

Les eisini: Eitt vet bíligari enn aðrir veitarar

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder