Innanlands

Myndir: - Erla Kongsdóttir navn títt skal vera

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, er upprunin til navnið á skipinum, sum dóttirin, Ásvør Vest Niclasen navngav í dag

Ásvør Vest Niclasen navngevur Erlu Kongsdóttir (Mynd: Sverri Egholm)

Ásvør Vest Niclasen navngevur Erlu Kongsdóttir (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-07 13:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

“Á broddi um boðar,
um klettin tað bráðar.
Kring landið skal lýta
og oyggjarnar knýta.
Um bárur og bylgjur
har harrin tær fylgir
so fólkið tú trygt kanst bera,
Erla Kongsdóttir navn títt skal vera”

Soleiðis ljóðaðu orðini, tá Ásvør Vest Niclasen, guðmóðir, navngav nýggjasta skipið í Strandferðsluni, Erlu Kongsdóttir, fyrrapartin.

Tað hendi á einum hátíðarhaldi á Bursatanga í Havn, sum byrjaði klokkan 11 í dag.

Tað er pápi guðmóðurina, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum hevur sett orðini saman, sum guðmóðirin frambar áðrenn hon – í tveimum royndum – knústi brúsivatnið móti bógnum á nýggja strandfaraskipinum við grønari strípu á síðuni sum tekn um, at hetta skipið eisini kann sigla grønt, tað vil siga uttan at brúka olju. Enn er tað bara í avmarkað tíð, at Erla kann sigla bara við elmotorum.

Tað er eisini Jørgen Niclasen, sum er komin við navninum á nýggja strandfaraskipinum.

Navnið á lítla sjáldsama spurvafuglinum Erla Kongsdóttir, er ikki brúkt sum skipanavn í strandferðsluhøpi fyrr. Hinvegin var Erla Kongsdóttir navnið á fyrsta flogfarinum, sum føroyingar áttu.

Tað var abbabeiggi Jørgen Niclasen, Dánjal Niclasen, sum var ein at stigtarunum til at fáa eitt føroyskt flogfar til Føroya úr Skottlandi í 1949. Talan var um eitt vatnflogfar á tveimum kjølum eins og Erla Kongsdóttir, men við fýra veingjum.

Trý- ella tvíkilja
Eitt sindur ymist er, hvat fólk hava kallað hetta nýggja skipið, sum nú er komið i strandferðslunuflotan. Bæði tvíkilja og trýkilja er brúkt.

Ein sannroynd er tað, at skipið flýtur á tveimum skrokkum, har eisini motorarnir og tað mesta av teknisku útgerðini umborð liggur. Ein diesel og ein elektriskur motorur í hvørjum skrokki. Hin triði skrokkurin er eitt slag av bylgjubrótara, sum liggur millum teir báðu størru skrokkarnar, sum er gjørdur fyri at aldurnar ikki skulu sláa ov hart upp undir dekkið, tá ið tað er ringt í sjónum.

Bæði strandfersðlustjóri og landsstýrismaður kallaðu skipið fyri eina trýkilju, tá teir hildu røður í dag. Men á uppslagnum umborð á skipinum, har upplýst verður um mátini og motormegina umborð, verður skipið kallað tvíkilja.

Tí velja vit her á portal.fo eisini at kalla Erlu Kongsdóttir fyri eina tvíkilju.

Myndirnar hevur Sverri Egholm tikið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder