Innanlands

Meiriluti fyri at steingja mat- og skeinkingarstøð

Heimildin við støði í matvørulógini, verður galdandi til 1. februar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-09 12:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er meiriluti á løgtingi at geva landsstýrismanninum við vinnumálum tíðaravmarkaða heimild at avmarka upplatingartíðirnar hjá matstovum og skeinkingarstøðum.

Endamálið er at geva Helga Abrahamsen, landsstýrismanni við vinnumálum, møguleika at steingja serliga náttarlívið niður fyri at avmarka smittuspjaðing.

Málið var til aðru viðgerð á tingi í dag, og varð samtykt við 14 atkvøðum fyri og 12 ímóti. Sjálvstýri atkvøddi saman við samgonguni meðan andstøðan atkvøddi ímóti.

Eitt broytingaruppskot frá meirilutaumboðunum í vinnunevndini var eisini samtykt. Henda samtyktin leingir heimildina til 1. februar. Upprunaliga bað Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður um heimildina fram til nýggjárs.

Talan er um eina heimild, ið verður givin við støði í matstovulógini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder