Mentan

Maðurin, ið sang “Kiss an Angel Good Mornin” er deyður

Charley Pride doyði orsaka av covid-19. Hann gjørdist 86 ár

2020-12-12 21:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Countrysangarin Charley Pride, doyði í dag, 86 ára gamal. Deyðsorsøkin verður søgd at vera avleiðingar av covid-19, skrivar CMT News.

Charley Pride var ógvuliga væl dámdur í Føroyum, og vitjaði eisini herheima í 2009 og hevði eina sera væl eydnaða konsert í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Kendastur mann Charley Pride vera fyri sangin “Kiss an Angel Good Mornin” sum Hallur Joensen gav út í føroyskari tíðing hjá Martin Joensen, “Kyss ein eingil hvønn morgun”. Hallur fekk møguleikan at syngja sangin saman við Charley Pride sjálvum á útgávuni “Stars and Legends”.

Charley Pride var fyrsti litti maður, ið gjørdist verulig countrystjørna. hann hevði 29 sangir ovast á hittlistunum frá 1969 til 1983. Hann var eisini valdur til Entertainer of the Year hjá Contry Music Association í 1971.

Charley Frank Pride var føddur í Sledge, Missisippi, 18. mars 1934. Hann keypti sín fyrsta gittara sum tannáringur fyri pengar hann vann fyri at heinta bummull. Tvey ár seinni fór hann úr skúlanum fyri at spæla baseball professionelt í The Negro American League. Hann tænti eitt skifti herinum eisini, áðrenn hann fór tónleikavegin.

Fyrsta plátan frá hansara hond, “Country”, kom út í 1966, og millum best dámdu sangirnar á tí plátuni var “The Snakes Crawl at Night”.

Fyrsti sangurin, ið náddi fyrsta plássið á hittlistunum var “All I Have to Offer You is Me” frá 1969.

Í 1971 vann sangurin “Kiss an Angel Good Mornin” grammyvirðisløn sum ársins sangur

Í farna mánaða varð Charley Pride heiðraður við Willie Nelson Lifetime Achievement Award hjá Country Music Association. 

Herundir er upptøka frá vitjanini hjá Charley Pride í Føroyum:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder