Tveir nýggir smittutilburðir í gjár

Samlaða talið av koronasmittaðum í Føroyum er nú 20 - seks vorðin frísk aftur síðan í gjár

2020-12-16 15:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. 

Annar av smittaðu persónunum hevur verið uttanlands, og fekk staðfest smittuna við kanningini á flogvøllinum. Hin persónurin fekk staðfest smittuna við kanning tríggjar dagar eftir, at viðkomandi var komin til Føroya úr útlondum.

Báðir eru avbyrgdir, og landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 1.020 kanningar gjørdar. Í alt eru 179.137 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 532 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 512 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 20 persónar smittaðir í løtuni. Sostatt eru seks persónar staðfest frískir síðan í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder