Innanlands

Persónur í Alaska allergiska reaktión eftir covid-19 koppseting

Heilsustarvsfólk í USA fekk Pfizer-koppseting týsdagin, og reaktiónin kom sama dag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-17 06:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt heilsustarvsfólk í Alaska í USA hevur fingið ógvusliga allergiska reaktión eftir, at persónurin varð koppsettur móti covid-19 við koppingarevni frá feløgunum Pfizer og Biontech.

Tað skrivar amerikanski miðilin The New York Times sambært Ritzau.

Heilsustarvsfólkið er innlagt á sjúkrahús, men støðan er stabil.

Sambært The New York Times varð persónurin koppsettur týsdagin, og reaktiónin kom sama dag. Tað er ógreitt um persónurin hevur ovurviðkvæmi frammanundan.

Amerikanska Pfizer váttar, at felagið kannar hendingina í samstarvi við myndugleikarnar á staðnum.

Í Stórabretlandi hava tvey heilsustarvsfólk fingið líknandi ovurviðkvæmi reaktiónir eftir at tey vórðu koppsett móti covid-19. Tað hevði við sær, at bretsku heilsumyndugleikarnir ávaraðu persónar við ógvusligum medisin- ella matovurviðkvæmi um ikki at koppseta seg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder