Innanlands

4.770 skamtir frá Pfizer/BioNTec koma til Føroya - kanska longu annan jóladag

Tað verða heilsustarvsfólkini, sum standa í fremstu røð í smittubasingini, og so starvsfólk í eldrarøktini, sum fyrst fáa tilboð um at verða koppsett

Kaj Leo Holm Johannesen og Tummas í Garði (Mynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen og Tummas í Garði (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-17 12:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í fyrstu atløgu verða tað tey fólkini, sum skulu taka sær av teimum teimum mest útsettu í samfelagnum, sum fáa tilboð um koppseting móti covid-19.

Tað er í stuttum niðurstøðan í tilmælinum, sum Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum fekk í gjár, og sum gjørdist almennur politikkur í dag.

Hetta merkir, at tað verða heilsustarvsfólkini, sum standa í fremstu røð í smittubasingini, og so starvsfólk í eldrarøktini, sum fyrst fáa tilboð um at verða koppsett.

- Heldur enn at koppseta tey, ið eru í vandabólkinum, hava vit valt at verja tey, sum skulu taka sær av hesum fólkum í fyrsta umfari. Tá vit fáa fatur í fleiri skamtum, verða tað tey útsettu, sum fáa tilboðið, segði Tummas í Garði, varstjóri á Sjúkrahúsverkinum á tíðindafundinum í dag.

[object Object]
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður

Pfizer/BioNTec
Talan er um 4.770 skamtir av koppsetingarheilivágnum, sum amerikanska fyritøkan Pfizer hevur framleitt saman við týsku fyritøkuni BioNTec. Við tað, at tvær koppsetingar skulu til, verður talan um at koppseta í mesta lagið 2.385 fólk í fyrsta umfari.

Sum tað sær út í løtuni, so er møguleiki fyri, at hesin heilivágurin fær endaligu ES-góðkenningina undan jólum, og so er møguleiki at fáa fyrstu skamtirnar heim við flogfari í fyrsta flogfarinum, sum kemur eftir jól, tað er út móti kvøldið annan jóladag.

Rokna við meira fyrst í nýggja árinum
Tríggjar vikur skulu ganga millum fyrstu og aðru koppseting, men Kaj Leo Holm Johannesen segði á tíðindafundinum, at tað gongur so skjótt nú við at menna nýggjar vaksinur, at næsta sending kanska er komin til landið áðrenn fyrstu skamtirnir eru uppbrúktir. Her skal sigast, at tað er av týdningi, at fólk fáa júst sama slag av heilivági aðru ferð, sum tey fingu fyrstu ferð.

[object Object]
Hjalti Gunnarstein, landsapotekari

Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, greiddi frá, at fleiri aðrar heilivágsfyritøkur eru nær við at hava sínar koppsetingar klárar til góðkenningar eisini.

- Tað sær út til, at fyritøkan Moderna verður tann næsta, og í triðja lagi Astra Seneca, sum møguliga verður ES-góðkend í mars, segði landsapotekarin.

Serliga henda seinasta vaksinan - frá Astra Seneca - sær spennandi út, sambært landsapotekaranum, bæði tí at hon er bílig, men hon setir ikki somu krøv til goymsluna, og verður tí nógv lættari at fáa út til fólkið.

Skal goymast kalt
Stóra avbjóðingin hjá Hjalta Gunnarstein og starvsfólkunum í apoteksverkinum og sjúkrahúsverkinum er nú at leggja logistikkin til rættis.

Tað er so, at heilivágurin skal goymast ógvuliga kalt – í 70-80 kuldastigum. Eftir at vaksinan eru tiknir úr hesi djúpfrystingini, er hon virkin í seks samdøgur.

Men áðrenn at heilivágurin skal brúkast, skal eitt lítið sindur av saltvatnsupploysing latast í, og tá tað er gjørt, heldur hann bert í upp til seks tímar.

So tað er ein avbjóðing at leggja koppsetingina til rættis og fáa heilivágin út til koppsetingarstøðini.

Tað er eisini tí, at bert tey sjúkrahúsini í landinum eru vald út til at vera koppsetingarstøð. Harafturat verður arbeitt við at fáa eitt stað afturat “í Miðøkinum” til koppsetingarstøð, møguliga verður talan um eina flytbæra eind eisini, so farast kann í Vágar og Sandoynna at koppsesta eisini. Men hetta er ikki komið upp á pláss enn, segði Tummas í Garði.

Teir málbólkar, sum fáa tilboð um koppseting í fyrstu atløgu eru hesi:
- Kommunulæknar og starvsfólkini í viðtalunum
- Læknavaktin
- Brámóttøkan á Landssjúkrahúsinum (G1)
- Skaðastovan á Klaksvíkar sjúkrahúsi
- Skaðastovan á Suðuroyar sjúkrahúsi
- Sjúkraflutningstænastan
- Koronadeildin
- Tey, ið taka koronaroyndirnar
- Heilsu- og røktarstarvsfólk á røktar- og ellisheimum

[object Object]
Tummas í Garði, varastjóri á sjúkrahúsverkinum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder