Innanlands

Margretha drotning er vorðin koppsett fyri koronu

Hennara Hátign fær næsta prikið um tríggjar vikur - ætlanin er at vija Føroyar í summar

Ætlanin er at vitja Føroyar í summar. Í so fall verður tað fyri fyrstu ferð í fimm ár (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ætlanin er at vitja Føroyar í summar. Í so fall verður tað fyri fyrstu ferð í fimm ár (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-01-01 18:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið helt Margretha drotning hennara nýggjársrøðu. Har tosað hennara Hátign sum verða man nógv um koronu, men drotningin kom millum annað eisini inn á, at ætlanin er at vitja Føroyar og Grønlandi.

Tað verður einki við sóttarhaldi. Kongshúsið í Danmark boðaði seinnapartin frá, at Margretha drotning nú er koppsett fyri covid-19. 

Hennara hátign fekk prikið í dag. Eitt afturat verður givið um tríggjar vikur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder