Uttanlands

Skotland steingir aftur orsaka av korona

Nicola Sturgeon setir nú líka so strong tiltøk í verk, sum vóru galdandi í vár

Nicola Sturgeon (Skíggjamynd: BBC)

Nicola Sturgeon (Skíggjamynd: BBC)

2021-01-04 15:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skotar skulu halda seg heima allan januar mánaða fyri at fáa bilbukt við korona-smittuni. Hesum boðaði Nicola Sturgeon, skotska fyrstaráðkvinnan frá í tinginum í dag.

Nýggju herdu krøvini verða galdandi frá á midnátt, skrivar BBC.

Nýggjar lógir fara at krevja, at fólk halda seg heima og arbeiða heimífrá har tað er møguligt. Bann verður sett fyri at savnast uttandura, og loyvt verður bert at hitta ein persón frá øðrum húsarhaldi.

Bann verður sett fyri átrúnaðarligum samkomum, fyri venjingum í bólkum og so gott sum øll undirvísing skal vera gjøgnum netið.

Hesi krøv verða galdandi fyri alt tað skotska meginlandið, og verða galdandi í hvussu so er til endan av januar mánaði.

Herdu krøvini verða ikki galdandi fyri skotsku oyggjarnar, men Sturgeon sigur, at vakið eyga verður hildið við støðuni her.

Í dag vórðu yvir 1.900 nýggir smittutilburðir staðfestir. 15 prosent av royndunum, sum vórðu tiknar, vóru positivar, og hetta er tekin um, at støðan er álvarslig og krevur at tiltøk verða gjørd beinanvegin, sigur Nicola Sturgeon.

Fyrstaráðkvinnan sigur, at hon er meira stúrin nú enn hon nakrantíð hevur verið, síðan koronakreppan brast á í mars, serliga tí at nýggja frábrigdi av smittuni telur meira enn helmingin av tilburðunum.

Nýggju reglurnar, sum verða festar í lóg í morgin, hava við sær, at skotar bert sleppa heimanífrá í heilt neyðugum ørindum, so sum at keypa mat og heilivág og annars at útinna ábyrgd, sum sagt verður.

Uttandura samkomur verða so mikið avmarkaðar, at talan verður um, at bert tvey fólk frá hvør sínum húsarhaldi kunnu vera saman.

Øll, sum kunnu arbeiða heima, skulu gera tað, og fólk í vandabólkum verða rádd frá at fara til arbeiðis yvirhøvur.

Byggi- og framleiðsluvinnan heldur fram ótarnað fyribils, men Nicola Sturgeon sigur, at neyvt eyga verður hildið við hesi vinnuni.

Helst verða eisini sett harðari tiltøk í gildi í øllum Bretlandi, skrivar BBC. Boris Johnson, forsætisráðharri fer at boða frá heusm á tíðindafundi klokkan 20 í kvøld.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder