Uttanlands

Soleiðis vóru fólk bjargað úr skriðuni

Norska løgreglan hevur nú leyslatið film frá fyrstu bjargingini í Gjærdrum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-01-06 16:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norska løgreglan hevur í dag leyslatið filmsbrot, tikin úr tyrluni hjá løgregluni, tá fólk vóru bjargað úr skriðjuni í Gjerdrum, stutt eftir at skriðan var lopin.

Filmsbrotið vísir, hvussu tyrlan hjá løgregluni og og bjargingartyrlan, 330-skvadron, arbeiddu saman fyri at bjarga fólkum.

Framkomin myndatøkni varð avgerandi tá saknaðu fólkini skuldu finnast. Eitt nú vóru hitasøkjandi myndatól brúkt, skrivar NRK.

Í filmsbrotinum síggjast fólk, ið verða heysa upp í tyrluna. Tey vóru illa fyri av kulda, men høvdu ikki fingið stórvegis mein annars.

Løgreglutyrlan hjálpti til at finna fólk í skriðjuni millum leivdirnar av húsum og bilum. Løgreglufólkini greiddu fólkunum í bjargingartyrlunum frá, hvar tey vóru stødd, greiðir flogovastin hjá løgregluni frá fyri NRK. Norska løgreglan hevur tvær tyrlur, sum báðar vóru við í bjargingarátakinum. Onnur er serliga útgjørd til leiting, meðan hin mest verður brúkt til flutningsuppgávur.

Ikki øll tey, sum vórðu bjargað úr skriðuni, vórðu heysa upp í bjargingartyrlu. Onnur av løgreglutyrlunum kundi seta seg á “eina oyggj” í skriðjuni og taka tvey fólk upp. Hetta hendi í byrjanini av bjargingararbeiðinum.

Vanlukkan hendi náttina til mikudagin 30. desember. Níggju bygningar og 31 búeindir vórðu tikin í skriðuni. Orsøkin til skriðjuna var bleytur leirur undir økinum. Norðmenn kalla hetta kvikleir, danir brúka eisini heitið plastiskur leirur.

At byrja við saknaðust 26 fólk, men hetta talið kom skjótt niður á 10. Síðani eru líkini av sjey av teimum tíggju funnin.

Umleið túsund fólk í økinum nærhendis vanlukkustaðið eru flutt aðrastaðir at vera. Enn er ongin avgerð tikin um, nær hesi kunnu flyta heimaftur, skrivar NRK.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder