Innanlands

Tvey staðfest positiv í gjár

Tilburðirnir eru partur av smittuketu sum landslæknin fylgir – 12 afturat eru staðfest frísk, og nú eru tvey innløgd

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-01-09 14:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu tvey staðfest positiv, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Tilburðurnir eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir.

Nú hava 646 persónar fingið staðfest covid-19 í Føroyum. Av teimum eru 596 staðfest frísk aftur, og sostatt eru 50 persónar positivir í løtuni.

Í gjár vórðu 1.067 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 208.308 kanningar gjørdar í Føroyum.

Tvey fólk eru í løtuni innløgd á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu. 156 eru í sóttarhaldi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder