Uttanlands

Hvítarussland: Fer frá tá ein nýggj grundlóg er samtykt

Uppskotið til eina nýggja grundlóg verður klárt áðrenn 2022, og síðani skal tað til fólkaatkvøðu, sigur Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi

Aleksandr Lukasjenko hevur sitið við valdið síðan 1994 (Mynd: EPA)

Aleksandr Lukasjenko hevur sitið við valdið síðan 1994 (Mynd: EPA)

2021-01-10 16:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Uppskotið til eina nýggja grundlóg í Hvítarusslandi fer at verða klár seint í hesum árinum, og hareftir skal uppskotið til fólkaatkvøðu, sigur hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko.

Tað var í november, at Lukasjenko, sum hevur sitið við valdið síðan 1994, boðaði frá, at hann fór at leggja frá sær, tá ein nýggj grundlóg er samtykt.

Síðan forsetavalið 9. august hevur landið verið merkt av stórum mótmælistiltøkum.

Á valinum stóð Lukasjenko til at hava fingið 80 prosent av øllum atkvøðunum, men har eru nógv, sum ikki viðurkenna hetta úrslitið, og leggja tey stjórnina hjá Lukasjenko undir at hava framt valsvik.

Eisini í ES eru tey sannførd um, at valsvik varð framt, og hava tey tí sett revsitiltøk í verk.

Lukasjenko hevur havt valdið í Hvítarusslandi seinastu 26 árini, og hann verður m.a. róptur "seinasti einræðisharri í Evropa".

Sambært Ritzau er ikki nógv kunning um, hvat ein nýggj grundlóg í Hvítarusslandi fer at hava við sær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder