Mentan

Harry Potter aftur í Havnar Bio

Í døgunum 14. – 17. januar verða allir átta filmar í Harry Potter røðini sýndir í biografinum í Havn

(Mynd: Havnar Bio)

(Mynd: Havnar Bio)

2021-01-10 22:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í ár eru 20 ár liðin, síðan fyrsti Harry Potter filmurin kom út í biografinum og 10 ár síðan tann seinasti, men í komandi viku verða allir átta filmarnir í Harry Potter røðini aftur at síggja í biografinum í Havn.

Hesum boðar Havnar Bio frá á Facebook í dag.

Filmarnir verða sýndir yvir fýra kvøld. Byrjað verður við tveimum teimum fyrstu filmunum hóskvøldið 14. januar, og endað verður við tveimum teimum seinastu sunnukvøldið 17. januar.

Vælumtóktu filmarnir, sum eru framleiddir av Warner Bros., byggja á eins vælumtóktu bókarøðina hjá J. K. Rowling um eingilska gandakallin Harry Potter.

Høvuðsleikararnir í øllum átta filmum eru Daniel Radcliffe, Emma Watson, og Rupert Grint.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder