Mentan

Bókin um hagar og fjallatindar í triðju útgávu

Kári Thorsteinsson hevur dagført upplýsingarnar til nýggju útgávuna

2021-01-11 07:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kári Thorsteinsson, fyrrverandi sýslumaður, gevur nú út bókina “Hagar og seyðamark” í triðju útgávu.

Í bókini eru yvirlit yvir allar hagar í Føroyum, vísandi hagastødd, áseyðatal, seyðamark, eigarar/festarar/røktarar og hagakort.

Eisini eru yvirlit yvir tær 85 markatalsbygdirnar og 481 matr. hagarnar í tølum vístar á kortum við áseyðatali og pr. mørk og pr. ferkilometur.

Harumframt allar viðkomandi lógir og kunngerðir, fjallatindar í Føroyum flokkaðar eftir hædd og eftir oyggj og í hvørjum haga teir liggja og hvør stendur fyri haganum.

Eisini hevur Eyðfinn Magnussen skrivað grein um føroysku haruna við veiðitølum við meira.

Aðrar upplýsingar eru um um feløgini Jarðir og Hagafelagið, kort vísandi býti millum landsjørð og ognarjørð, festilistin hjá Búnaðarstovuni og seyðamarkini í mynd og teksti. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder