placeholder
Uttanlands

Schwarzenegger leggur eftir Donald Trump

Kallar floksfelagan Donald Trump fyri tann ringasta forsetan í søgu USA

2021-01-11 07:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi republikanski guvernørurni í Kalifornia, sjónleikarin Arnold Schwarzenegger, fordømir nú álopið á kongressina í Washington D.C. í farnu viku. Hann sammetir hendingina við tá Nazitýskland leyp á jødar.

Tað sigur hann í einum filmi, ið er lagdur á YouTuber. Her skuldsetir hann sitandi forsetan fyri ikki at hava rygg, tí hann ikki hevur fordømt viðhaldsfólkunum fyri tað, sum hendi í amerikanska høvuðsstaðnum mikudagin.

- Eg vaks upp í Eysturríki og eri tilvitaður um krystalnáttina. Tað var ein nátt í 1938, tá “the proud boys” hjá nasistunum lupu á jødar, greiðir 73 ára gamli Schwarzenegger frá í filminum.

Proud Boys er ein høgravendur bólkur í USA, sum hevur stuðlað amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Krystalnáttin hendi í Týsklandi í november 1938, tá umleið 100 jødar vórðu dripnir og synagogur og jødiskir handlar, skúlar og heim vórðu oyðiløgd av nasistunum. Tá var Eysturríkið vorðið ein partur av týska ríkinum.

Heitið fyri náttini kemur frá øllum teimum knústu rútunum, sum lógu í gøtunum morgunin eftir.

- Mikudagur var ein dagur við knústum rúkar, beint her í USA, sigur Swarzenegger í filminum.

- Harkaliðið knúst ikki bara vindeyguni. Tey knústu eisini tær ímyndir, ið vit hava tikið fyri givið.

Minst fimm fólk doyðu í ófriðinum, sum uppstóð fáar tímar eftir at Donald Trump, forseti, í eini røðu til mótmælisfólkini hevði eggjað teimum at ganga móti kongressini á Capitol Hill.

Í røðuni endurtók forsetin, at hann vann valið í november, men at valsigurin varð stolin frá honum.

Arnold Schwarzenegger lýsir Trump sum ein “leiðari, ið ikki hevur eydnast”, og sigur at forsetin fer at vera mintur sum tann ringasti forsetin í søguni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder