Mentan

Hvar er hetta og hvør er hon?

Málningur við serføroyskum myndevni til sølu á lauritz.com

2021-01-11 12:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað man neyvan vera nakar ivi um, at málningurin, ið er avmyndaður her á síðuni, er úr Førloyum. Klæðini, sum kvinnan er í, útsýni úr vindeyganum og ikki minst maturin á borðinum, skerpikjøt, turkaður seiður og rómastampur (?) vitnar um tað.

Men hvør hevur málað, og hvaðani myndevnið er, vita vit ikki.

Tað vita tey heldur ikki hjá uppboðssølufelagnum lauritz.com, sum hevur sett henda málningin til sølu á uppboði. Málningurin er latin inn til deildina hjá Lauritz.com í týska býnum Köln.

Her sæst málningurin á lauritz.com

Málarin er ókendur, skriva tey, og tey vita heldur ikki hvussu gamal málningurin er. Men hann sær út til at vera rættiliga gamal, eftir nærmyndunum og vørumerkinum hjá rammusnikkaranum at døma.

Lauritz.com hevur mett málningin til 600 evrur, svarandi til knappar 4.500 krónur, og sølan skal avgerast í kvøld kl. 19.30.

Hvat halda tit? Hvør mann hava málað? Hvaðani er motivið? Og man nakar vita, hvør kvinnan er? Komið við tykkara íkasti í viðmerkingateiginum herundir... 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder