placeholder
Innanlands

675 børn fødd á Landssjúkrahúsinum í fjør

309 av teimum vóru gentur og 366 dreingir. Miðalvektin var 3.685 gramm

2021-01-12 20:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í 2020 vóru 675 børn fødd á Landssjúkrahúsinum. 309 av teimum vóru gentur og 366 vóru dreingir, upplýsir Landssjúkrahúsið.

Av hesum vóru 220 kvinnur, ið áttu fyrsta barnið, ímeðan 455 høvdu roynt tað áður.

Tað komu átta sett av tvíburðum og eitt sett av tríburðum.

Níggju ætlaðar heimaføðingar vóru, tvær óætlaðar og tvær føðingar á veg inn á sjúkrahúsið, siga tølini hjá sjúkrahúsinum.

Miðalvektin á øllum børnunum var 3685g. 30 prosent av teimum vigaðu 4 kg ella meira.

Støðugt seinastu árini
Seinastu árini hevur talið av føddum børnum árliga verið støðugt. Í 2019 var talið av føðingum 678 og í 2018 var talið 680.

Í 2017 var tað eitt vet lægri, tá 656 børn vórðu fødd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder