Innanlands

Hans Andriasarhús verður virkið hús innan skaldskap og sjónleik

MÁF og kommunan hava gjørt ein tvey-ára sáttmála. Rithøvundafelag Føroya og Leikarafelagið koma eisini at húsast Undir Pisuvarða 2, og virksemið í húsinum er endurskipað

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2021-01-13 18:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag hevur Meginfelag Áhugaleikarafelag Føroya (MÁF) skrivað undir leigusáttmála um hølir í Hans Andriasarhúsi, undir Pisuvarða 2. Felagið hevur verið í húsinum síðan í nítiárunum í samstarvi við Havnar Sjónleikarafelag.

Nú er virksemið í húsinum endurskipað, kemur umframt MÁF eisini Rithøvundafelag Føroya og Leikarafelagið at húsast í húsinum. Harumframt kemur Tórshavnar býarsavn at taka sær av Góðustovu, har ymiskt søguligt er í sambandi við skaldskap og lív hjá Hans Andriasi Djurhuus og konuni Petru. 

Ætlanin er at húsið skal gerast eitt virkið hús innan skaldskap og sjónleik. Eisini eru ætlanir um at hava opið hús fyri almenninginum eina til tvær ferðir árliga.

Tórshavnar kommuna

[object Object]
Ingun Christensen, dagligur leiðari í MÁF og Heðin Mortensen, borgarstjóri

placeholder
placeholder