2021-01-14 08:44

Tveir bilførarar vóru í gjár tiknir fyri at koyra ávirkaðir.
Um 11-tíðina í gjár varð ein bilur støðgaður í høvuðsstaðarøkinum, og tað vísti seg, at bilførarin hevði ov nógv rúsdrekka innanborða.
Um 14-tíðina varð ein annar bilførari støðgaður “uttan fyri høvuðsstaðarøkið”. Eisini her varð bilførarin skuldsettur fyri at koyra ávirkaður, men tað var av “øðrum enn rúsdrekka”.
Í gjár var løgreglan eisini boðsend út í eitt privatan bústað “uttan fyri høvuðsstaðin” har húsfólkini vóru farin upp at klandrast. Tá løgreglan kom á staðið vísti tað seg, at ósemjan hevði gingið so mikið harðliga fyri seg, at annar parturin av parinum nú verður skuldsettur fyri harðskap, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.