Innanlands

1.712 føroyingar nú koppsettir

Hetta svarar til 3,2 prosent av øllum føroyingum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-01-14 10:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggj veiting av koppingarevni er komin til Føroyar, og í gjár vórðu 408 fólk koppsett. Sostatt kom talið á koppsettum upp á 1.712, skrivar Landssjúkrshúsið á heimasíðuni.

Nýggja sendingin við koppingarevni kom til Føroya týskvøldið, og í gjár varð koppsetingin so tikin uppaftur. Millum tey koppsettu vóru 25 búfólk á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi.

Umleið 3,2 prosent av øllum føroyingum eru nú koppsettir og málið er, at hava koppsett sløk 5 prosent, tá henda vikan er av.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder