Uttanlands

Rufus Gifford gerst siðameistari hjá Biden

Føroyavinurin og fyrrverandi sendiharri í Danmark fær týðandi starv í uttanríkisráðnum

Rufus Gifford á Pride-tiltakinum á Vaglinum í 2016 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Rufus Gifford á Pride-tiltakinum á Vaglinum í 2016 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-01-14 13:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í næstu viku tekur Joe Biden eftir ætlan yvir sum forseti í USA. Og harvið verða eisini allir ráðharrar og høgtstandandi embætisfólk í Washington D.C. skift út.

Ein teirra, sum aftur fær politiska ávirkan er LGBT-stríðsmaðurin Rufus Gifford, sum var amerikanskur sendiharri í Danmark undir Barack Obama.

Í hesum embæti vitjaði hann – eins og Carla Sands hesi seinastu árini – fleiri ferðir í Føroyum, og fekk fleiri vinir her.

Nú stendur Rufus Gifford til at verða útnevndur til embætið, ið kallast Chief of Protocol í amerikanska uttanríkisráðnum. Protokolstjórin, ella siðameistarin, hjá forsetanum er eitt slag av ovasta fyri øllum amerikansku sendistovunum. Protokollstjórin er millum nærmastu ráðgevar forsetans í uttanríkismálum, og hann hevur eisini heiti sum varauttanríkisráðharri.

Vanliga er protokollstjórin við á øllum uttanríkisferðum forsetans, og hevur samskiftið við útlendsku stjórnirnar í sambandi við hesar vitjanir. Eisini er tað hann, sum tekur ímóti, tá týðandi gestir koma á almenna vitjan í USA.

Rufus Gifford var serliga væl móttikin í Føroyum, tá hann um ólavsøkumundið 2016 var her fyri at halda setanarrøðuna á Faroe Pride. Sí:

Rufus Gifford fagnaður sum stjørna á Vaglinum

Vilja byggja brýr millum Føroyar og USA

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder