Innanlands

Skuldi inn at sita, men møtti ikki

Væl mannað løgreglulið við maskinbyrsu, vesti og hjálmi handtók seinnapartin ein persón í vesturbýnum í Havn

2021-01-15 16:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógvar gitingar hava verið seinnapartin, nú alvápnað løgreglulig framdi eina handtøku á Grønlandsvegnum seinnapartin. Fyri nøkrum døgum síðani var handtøka í stórum rúsevnismáli og onkur miðil hevur skrivað, at handtøkan seinnapartin var í sambandi við hetta málið.

Men vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at talan er um eina handtøku til avsoning. Ein persónur, sum skuldi inn at sita ein dóm, men ikki var møttur upp.

Møta tit altíð alvápnað upp, tá onkur ikki møtir upp til avsoning, ljóðar spurningurin frá undirritaða.

- Tað er alt eftir hvør støðan er, og er ein vurdering í hvørjum føri, upplýsir vaktleiðarin.

Hann vil ikki upplýsa, hvussu nógv løgreglufólk vóru á staðnum til politiatsóknina, men in.fo skrivar at talan var um eini 8-10 fólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder