Innanlands

Tilhaldið letur upp aftur mánadagin

Nú verður tað mett ráðiligt at lata upp aftur

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2021-01-15 22:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tilhaldið í Tórsgøtu letur upp aftur mánadagin, 18. januar, boðar Tórshavnar kommuna frá í dag.

Ætlanin var at lata upp aftur mánadagin í síðstu viku, 11. januar, men høvuðsstaðarkommunan segði at smittutrýstið var ov høgt til at lata uppaftur.

Nú verður tað mett ráðiligt at lata upp aftur.

Øll liðini, sum fólk eru teknað til, halda fram sum áðrenn jólafrítíðina. Øll tilmæli um frástøðu og at spritta hendur verða hildin, tá vit lata upp aftur, sigur Tórshavnar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder