Uttanlands

– Einki vísindaligt prógv fyri at koppingarevnið riggar

Vit hava einki prógv fyri, at hetta er heilivágur, sum ikki kann elva til skaða, og sum er uttan hjáárin, sigur brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, sum ikki ætlar at lata seg koppseta

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro ætlar ikki at lata seg koppseta fyri covid-19 (Mynd: EPA)

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro ætlar ikki at lata seg koppseta fyri covid-19 (Mynd: EPA)

2021-01-16 15:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Har er einki vísindaligt prógv fyri, at koronakoppingarevnið riggar. Tað segði brasilski forsetin, Jair Bolsonaro á tíðindafundi í gjár.

– Vit hava einki prógv fyri, at hetta er heilivágur, sum ikki kann elva til skaða, og sum er uttan hjáárin, segði hann.

Hann undirstrikaði eisini, at tey, sum ikki ynskja at lata seg koppseta, skulu lata vera, tí tað hava tey rætt til.

Jair Bolsonaro hevur verið skeptiskur yvirfyri koronavirusinum, síðan tað byrjaði at gera um seg fyri einum ári síðani, og hann hevur áður rópt tað "eitt lítið forkølilsi".

Í desember, samstundis sum koppsetingarætlanin í Brasil varð almannakunngjørd, boðaði Bolsonaro frá, at hann ikki ætlaði at lata seg koppseta.

Sambært ætlanini skal 70 prosent av fólkinum verða koppsett innan 16 mánaðir. 210 mió. fólk búgva í Brasil.

Sambært Ritzau hava fleiri serfrøðingar á heilsuøkinum lagt forsetan undir at royna at forða fyri ætlanunum hjá sær sjálvum og Brasil.

Uppgerð hjá Johns Hopkins University vísir, at Brasil hevur skrásett tilsamans 8,3 mió. smittutilburðir og 208.000 andlát.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder