
Fyrrapartin í morgin fer Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum á fund við danska verjumálaráðharran, Trine Bramsen.
Á fundinum, sum verður talgildur, skulu tey bæði m.a. umrøða málið um ein møguligan nýggjan radara á Sornfelli.
Fundurin, sum verður talgildur, verður hildin í serligum trygdarrúmi hjá Arktisk Kommando, sum hevur serliga samskiftisútgerð, av tí at talan er um týðandi trygdarpolitisk mál.
Landdstýrismaðurin sigur, sambært Kringvarpinum, at hann vil hava ítøkiligar upplýsingar um radaran og støðuna í Arktis frá danska ráðharranum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald