Innanlands

LÍV  hevði gott avkast í 2020

Hóast korona rakti virðisbrævamarknaðin meint í 2020, so kann Tryggingarfelagið Lív gleðast um, at avkastið hjá kundunum er gott, í mun til onnur eftirlønarfeløg

2021-01-19 06:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árið byrjaði friðarligt, men tíðindaflutningurin snúði seg einamest um korona restina av 2020. Í mars lækkaðu partabrøvini nógv, tó høvdu búskaparlig tiltøk og hjálparpakkar við sær, at partabrøvini hækkaðu nógv og skjótt í apríl.

Lív hevur eina skipan, ið er lívslagað, sum merkir, at íløgurnar eru gjørdar við atlit til hvussu stutt er eftir til eftirlønaraldur hjá kundanum.

Myndin niðanfyri vísir avkastið hjá kundum við marknaðarrentu, sum høvdu ávikavist 30, 15, 5 og 0 ár til eftirlønaraldur.

Ár til eftirlønaraldur

30

15

5

0

Avkast

5,2%

5,2%

3,8%

1,7%

 

Kundar hjá Lív, sum høvdu ávikavist 15 og 0 ár til eftirlønaraldur høvdu, eitt avkast á 5,2 og 1,7 prosent í 2020.

Støðan í mars var ein onnur, tí tá var talan um eina afturgongd á -8,1 prosent hjá teimum kundum, sum høvdu 15 ár til eftirlønaraldur. Tað kann tykjast ørkymlandi, tí óvissan er stór.

Tó hevur Lív eina íløgusamanseting, sum inniheldur fleiri íløguflokkar við tí endamáli at spjaða váðan.

Seinastu árini hevur Lív arbeitt miðvíst við at tillaga sína íløgusamanseting við atlit til kundan, og tað hevur havt eina positiva ávirkan á 2020. Hetta arbeiðið heldur fram í 2021.

Lív fer at skifta kjarnuskipan í 2021. Í tí sambandi fara kundarnir seinni í árat fáa møguleikan sjálvir at velja váðaprofil. Tað hevur verið ein eftirspurningurin frá kundunum, og við nýggju skipanini verður tað møguligt.

Eisini verður ein nýggjur kundaportalur mentur í sambandi við nýggju kjarnuskipanina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder