Uttanlands

Skuldsett fyri at hava stolið telduna hjá Nancy Pelosi

22 ára gamla Riley June Williams, ið varð eftirlýst í gjár, er nú handtikin í Pennsylvania

(Mynd av Twitter)

(Mynd av Twitter)

2021-01-19 08:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanska fregnartænastan, FBI, eftirlýstí í gjár eina kvinnu, sum eftir øllum at døma stjól fartelduna hjá Nancy Pelosi undir álopinum á amerikansku kongressina 6. januar við ætlan um at selja hana víðari.

Nú boða amerikanskir miðlar frá, at 22 ára gamla Riley June Williams er handtikin og er fongslað í heimbýnum, Harrisburg í Pennsylvania.

Tað er ein fyrrverandi unnusti hjá kvinnunim sum skal hava sagt fregnartænastuni, at hon hevði ætlanir um at selja telduna til russisku fregnartænastuna.

Tað kemur fram í skjølum, sum FBI hevur latið inn til ein dómstól í Washington D.C.

Kvinnan er skuldsett fyri at hava tvingað sær atgongd til kongressina og fyri at hava luttikið í ófriðinum, sum endaði við, at fleiri stuðlar hjá Donald Trump, forseta, troðkaðu seg inn í kongressbygningin og inn í fleiri skrivstovur í bygninginum, eitt nú skrivstovuna hjá demokratinum, Nancy Pelosi.

Pelosi er forkvinna fyri Umboðsmannatingið, og harvið ein av mest valdsmiklu politikarunum í USA.

Ein FBI-agentur sigur, at við hjálp av fleiri filmsbrotum og fotomyndum frá hendingunum í kongressini sæst kvinnan nærkast skrivstovuni hjá Pelosi.

Eitt vitni, sum fyrr hevur verið unnusti hjá kvinnuni, hevur sagt FBI, at hon ætlaði at senda telduna til ein vin í Russlandi, so teldan kundi seljast víðari til fregnartænastuna SVR, skrivar AFP tíðindastovan.

Í einum filmskuti, ið er lagt út á Twitter sæst, at kvinnan átók sær ein leiðandi leiklut tá fólkið trongdi seg inn í kongressina. Tað er tó óvist, um hon hevur verið við í fyrireikingini av álopinum.

 

placeholder
placeholder